Vælkomin!

Føroyski sangskatturin er kanska tann størsti í heiminum, um vit rokna saman útgávurnar, sum eru givnar út millum ár og dag, uppá talið av borgarum í landi okkara. Við hesari síðuni ynskja vit at savna saman føroyskar sangtekstir, so tað er lætt at finna teir aftur í einari skjótari leiting.

Síðan er sera einføld. Til høgru ber til at leita eftir sangteksti. Eisini hava vit gjørt eitt yvirlit við øllum sangtekstunum á síðuni. Harumframt ber til at síggja yvirlit við bólkum og einstaklingum. Aftrat hesum ber til at trýsta á ein bókstav niðast á síðuni fyri at fáa eitt yvirlit við øllum sangtekstum, sum byrja við viðkomandi bókstavi.

Vert er at hava í huga, at síðan er gjørd til bæði teldu, telefon og teldil. Sostatt ber til at leita ein sangtekst fram á øllum pallum og júst tá ið tú hevur tørv á honum, tað verið seg til eina veitslu ella við annað høvið. Eisini hava vit niðanfyri ávísar tekstir lagt inn møguleikar fyri at hoyra lagið umvegis YouTube, Spotify og aðrar tænastur – í løtuni ber til at hoyra 1280 løg.

Eisini ber til at fáa nýggjastu sangtekstirnar sendar umvegis teldupost einaferð um vikuna. Í løtuni senda vit út til persónar hvørja viku. Til ber at melda seg til tænastuna í høgra bredda.

Liggur tú inni við einum sangteksti, sum ikki er at finna á Sangtekstir.com? Ella vanta upplýsingar til ein ávísan tekst á síðuni? Vit vilja fegin frætta nærri umvegis teldupost. Hetta er somuleiðis galdandi, um ein sangtekstur av einhvørjari orsøk ynskist strikaður av síðuni.

Í løtuni eru 4,875 sangtekstir í savninum.