17. juni 1944

Orð: Hans Andrias Djurhuus
Lag: Norskt fólkalag
Viðmerking: Yrktur tá ið Ísland 17. juni 1944 segði upp kongsfelagsskapin við Danmørk.

1. Hava vit frælsi í huga og sál,
hartil ein virkandi vilja,
tá verður tendrað tað lýsandi bál,
sum alt í glæmu skal hylja.
Alt tað, sum áður var gátuført mál,
tá vit skilja.

2. Soleiðis mennist tann tjóðin, sum sær
og ikki søguna gloymir.
Tíman, ið er, eins og tíma, ið var,
væl hon í huganum goymir. –
Meðan hon laðar upp verjandi garð,
stórt hon droymir.

3. Trúfast at virka, um mangt ber ímót,
tað er at tryggja og byggja.
Um rekur við ella rekur ímót,
um vit á brotinum liggja,
síggja vit tó millum urðar og grót
sól at skyggja.

4. Frælsi í huga er mátturin tann,
fedrarnir bóru í bringu,
tað var tann viti, sum niðuna vann,
so teir í ljósinum gingu.
Frælsi í huga er arvurin tann,
sum vit fingu.

5. Lukku á degnum og eydnu á ferð
ynskja vit bróðurtjóð stældu,
tit halda fram, meðan vit liggja her,
oftast vit kyrrindi valdu.
Evnað tó borð verða eisini her
móti aldu.

FavoriteLoadingGoym tekstin