200%

Orð og lag: 200

Hey, vit eru 200, baby, og punkarar eru vit, ja-ha
Trummur, bass og gittar og grefligt kjaftaslit
Og vissi tú kemur her og sigur, at okkara argumentir eru for tunn
So koma vit bara eftir tær við pappmasjéfokkjúfingrinum.

Gimpar, hasj og Helviti, baby, tað er tað, tað snýr seg um
Illbønir og rópikór til oyruni eru slitin tunn
Og vissi tú kemur her og sigur at, loysingarfólk eru dumm
So sleppur tú bara at smakka eitt sindur av pappmasjéfokkjúfingrinum

Eru vit peppaðir?
Ja 200%
Eru vit punkarar?
Ja 200%
Eru vit loysingarmenn?
Ja 200%

– Mikael … S, P ella K?
– S
– Sambandsmaður?
– Fokk jú!
– Niels … S, P ella K?
– P
– Hvussu nógv prosent?
– 200%

Vit eru 200, baby, og punkarar eru vit, ja
Trummur, bass og gittar og ræðuligt kjaftaslit
Vit gera kanska ov nógv av í so ógvusligt
Men hálvhjartaður punktónleikur er alt for bygdasligt

FavoriteLoadingGoym tekstin