25.4.1940

Orð: Hans Andrias Djurhuus
Lag: Karl Svensen
Viðmerking: Dagurin tá ið bretar viðurkendu føroyska flaggið. Fyrstu ferð prentað í Tingakrossi 27. apríl 1940.

1. So fingu vit boð – og gevið mær ljóð,
lat duna um fjall og dal.
Upp hevji tú merkið, Føroya tjóð,
og standi í fylking væl.
Tí klettarnir her og líðir og skørð,
sum standa við hav og blánandi fjørð,
er okkara heim og fullfesta búgv –
og grundað á vón og trúgv.

2. Tað hendi so ofta, hendir væl enn,
at myrkur á knúkunum lá,
tó áttu vit altíð einstakar menn,
sum stóðu í broddi tá; –
og okkara skeið varð frægari brædd,
um slíkar vit hevja aftur í hædd, –
tí hatur og øvund hvørva um gátt,
har mætur fær nýtt sín mátt.

3. Várt land er várt heim og heilaga stað,
várt land er várt hægsta mál;
so lat okkum byggja nátt eins og dag
og brenna alt ónt úr sál.
Vit kenna, at væl er landið tess vert,
og fólk, sum í trongd og neyð verður hert,
tað mennist ein dag til eitt fríari lag –
úr myrkri í kláran dag.

4. Upp hevji tú merkið, Føroya tjóð,
og standi í fylking væl,
og lýðið nú á og gevið mær ljóð,
lat duna um heyg og dal.
Sjá, bergini her og tindar og skørð,
sum líta um hav og blánandi fjørð,
er okkara festi, okkara borg
í gleði, í neyð og sorg.

FavoriteLoadingGoym tekstin