8 børn á súkklu

Orð: Th. L. Mortensen
Lag: Ókendur
Týtt leysliga: Steintór Rasmussen

8 børn á súkklu sólin skein um dal og heyg
Ein koyrdi alt ov skjótt so vóru sjey

Tað vóru 1, tað vóru 2, tað vóru 3, tað vóru 4, sum fóru súkklutúr
Tað vóru 5, tað vóru 6, tað vóru 7, tað vóru 8, sum fóru súkklutúr

7 børn á súkklu ein manglaði refleks
bussurin ei barnið sá so vóru seks

6 børn á súkklu – ein fór høvuðsvegin inn
beint fyri kranabil so vóru fimm

Tað vóru 1…

5 børn á súkklu – ein gloymdi heilt at stýra
súkklan fór av breytini so vóru fýra

4 børn á súkklu vildu síggja hendan bý
ein hugdi ikki fram so vóru trý

Tað vóru 1…

3 børn á súkklu koyrdu uppum dal og heyg
tann eini misti bremsurnar so vóru tvey

2 børn á súkklu skulu brúka síni bein
tann eini hekk seg í ein bil, so nú var bert ein

Tað vóru 1, tað vóru…

1 barn á súkklu kom í góðum standi heim
8 børn á súkklu og við skili koyrdi ein

FavoriteLoadingGoym tekstin