Á barnaárum ungu

Orð: Hans Andrias Djurhuus
Lag: Knút Olsen

Á barnaárum ungu
við jólaljós eg spældi mær,
eg tendraði og sløkti
og hjartans fegin var.

Tó ansaði eg eftir,
hvørt skuldi hava lítið log,
til tess at klokkur bóru
um heimin jólaboð.

Men tá eg hoyrdi ljóðið,
eg kvikur var at tendra øll,
so gjørdist ljós mín stova
sum størsta kongahøll.

Eg leit í bjørtu glæmu
– tað kendist, sum eg sjálvur sá
hin góða kongasonin,
sum móðir segði frá.

Hin góða kongasonin,
ið einans fekk til heim eitt fjós.
Bjart fyri honum brunnu
nú míni jólaljós.

Og ár tey eru runnin,.
nú spæla onnur børn sum eg.
Tá jólaljósið tendrast,
tá vitja minni meg.

Tey blíðu barnaminni
um gleði, jólaboðið bar!
Sæl eru børn í hjarta,
við ljós tey spæla sær.

FavoriteLoadingGoym tekstin