Á bátadekki

Orð og lag: Birni Dam

Tá eg á bátadekki gangi
seint á náttarstund,
eg droymi meg í tínum fangi
og gloymi allan blund.

Bert eg var hjá tær, tú mín góða,
bert eg var hjá tær;
eg vildi fegin gjørt teg fróa,
so leingi, mítt hjarta slær.

Tó, burtur frá tær nú eg eri,
langt frá heimastrond;
men tá ið heim til tín eg komi,
vit aftur knýta bond.

FavoriteLoadingGoym tekstin