Á bergi stendur vitin hátt

Orð: Chr. Richardt
Týtt: Jákup Dahl

1. Á bergi stendur vitin hátt,
hann sjálvur lítið sýnir,
tó ljós hans gjøgnum dimmu nátt
í ódn og logn bjart skínur;
sum stjørnan ljós hans svitast ei,
so skip og bátar finna leið,
tá av myrku nátt tað skýmir.

2. Sum vitin hava vit tað verk
at lýsa og at leiða
øll før, ið sigla, veik og sterk,
um lívsins fjørð hin breiða;
um djúpt er hav, hann stendur trygt,
tá vit á klett hann hava bygt,
hann ljós sítt tá kann spreiða.

3. Men fyrst og síðst ger vitin tað
við boðar øll at vara,
so gott og ilt er hvørt sítt lag,
og lygisker ei skjara,
so yvir dýpsins dulda kav
í trúgv vit halda fram um hav,
at lívsins strondum fara.

FavoriteLoadingGoym tekstin