Á bønum blómur blunda

Orð: Paul Gerhardt
Lag: Peter Fr. A. Hammerich
Týtt: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Týddur í 1994.

Á bønum blómur blunda,
og vit til songar stunda
um skýmligt bygdarlag.
Nú dagur fer at lækka,
mín Gud, eg vil tær takka,
sum vardi meg so væl í dag.

Sí, sólin fór til viða,
um fagran himnastiga
nú kveikjast kertur mær;
sum tær meg Gud skal prýða,
tá hann meg letur stíga
í paradísið heim við sær.

Eins og eg móður siti,
og neyvan fótin flyti,
mær leingist hvíld at fá,
so gleð teg, sál mín kæra,
tá strítt er stríðið harða,
at ognast friðin himni á.

Eg meir ei orki vaka,
men tað man einki saka,
tí yvir lív og sál
vak tú í tíni náði,
so mær ei valdar váði,
tú vaktarmaður Ísraels.

FavoriteLoadingGoym tekstin