Á brúnni

Orð og lag: Martin Joensen

1. Bíðandi biðil á brúnni
tølandi tutlar tín á
hon drekkur mánastrálur
og verður til bleiktrandi hav

2. Stendur í steðgaðum heimi
og telur stjørnustundir
sum føddust og lýstu
og løgdust í bleiktrandi hav

3. Skýmingin goymir brátt brúnna
smádreingirnir renna heim
tú bíðar millum strendur
nú sól verður bleiktrandi hav

FavoriteLoadingGoym tekstin