Á egnum veingjum

Orð: Björn Afzelius
Lag: Mikel Wiehe
Týtt: Steintór Rasmussen og Poul Jacob Vitalis

1. So við eitt – vart tú 19 ár
Meg minnist sum var tað í gjár
Tá babba ofta undir tær sat
Og uggaði teg, tá ið tú græt
Men nú ert tú longu 19 ár

2. Manga løtuna goymi eg væl
Sorg og gleði, grátur og spæl
Mín kossur lekti mangt eitt sár
Nú byrjað er títt lívsins vár
Tí nú ert tú longu 19 ár

3. Hvat tú lærdi og tókst eftir mær
Í tínum lívi – hvat er tær nær
Helst er tað so, at eg elski teg
Hægri enn eg havi elskað meg
Eisini nú, tá tú ert 19 ár

4. Hvat havi eg so givið tær
Hvat fekst tú við, er frá mær
Sálin ofta sjálv finnur svar
Um okkurt bilti við degnum sum var
Men enn ert tú einans 19 ár

5. Flúgv mín góða, far tín veg
Á egnum veingjum, sum bera teg
Trúgv á teg sjálva og lít á títt flog
Tað skal vera mítt seinasta boð
Hóast einans tú ert 19 ár

FavoriteLoadingGoym tekstin