Á Egyptalandsstrond, undir Fárao’s hond

Orð og lag: Kajfinn Hammer

1. Á Egyptalandsstrond, undir Fárao’s hond
í trældómi lá eg ein dag;
men eg hoyrdi Guðs kall, okið av mær tá fall,
eg fór við Guðs Fólki avstað.
Egyptalands kjøtpottar freista meg ei,
tess kálkaðu gravir ei hóva mær, nei.
Eg farvæl havi sagt, út frá landi nú lagt,
eg stevni mót Zion, Guðs stað.

2. Fram at Jordan eg kom, á, hvør sjón undursom:
Inn í Lovaða Landið eg sá.
Út í Jordan eg steig, á, eg gloymi tað ei,
Landið opið tá fyri mær lá.
Við Kristus’ eg søktur varð í dópsins flóð,
alt árin Egyptalands av mær Hann tvó.
Eg farvæl havi sagt, út frá landi nú lagt,
eg stevni mót Zion, Guðs stað.

3. Ei úr Frelsarans hond Nikolaitanna ond
kann meg ríva, nei, Andan Hann gav.
Ja, alt Jesabels smyrsl og alt Bábylóns dyrsl
í dópinum tváað varð av.
Fariseanna súrdeiggj og tóm ævintýr
eg vent havi bakið, – ja, brent allar brýr.
Eg farvæl havi sagt, út frá landi nú lagt,
eg stevni mót Zion, Guðs stað.

4. Nú er Kristus mítt alt, havi Himmalin valt,
njóti Kána’ans hunang og vín.
Við Egyptalands á mong tó snúgva sær á,
tí Egyptaland dró tey til sín.
Við skilnaðarklettin í En-Geddi eg tó
fult helt meg til Harran og fastur eg stóð.
Eg farvæl havi sagt, út frá landi nú lagt,
eg stevni mót Zion, Guðs stað.

5. Hvør ein dagur, sum fer, nærri Zion meg ber,
ei finnist har sjúka, ei tár;
gloymt har verður alt stríð, horvin mótgongdsins tíð,
lekt har eru øll svíðandi sár.
Ei hoyrast skal har nøkur beisk diskutión,
hvør hugborg er fallin sum tóm hvørvisjón.
Eg farvæl havi sagt, út frá landi nú lagt,
eg stevni mót Zion, Guðs stað.

6. Hvat við tær, kæra sál, er ei Zion títt mál?
Eigur ei tú í frelsuni lut?
Hoyr, í Himmalinum frøisongur er um
eina sál, sum sær vendir til Guð.
Kom, boygg teg við Golgata, har fært tú frið,
av hjarta og sál tá tú syngja kanst við:
Eg farvæl havi sagt, út frá landi nú lagt,
eg stevni mót Zion, Guðs stað.

FavoriteLoadingGoym tekstin