Á ein kross teir negldu Jesus

Orð og lag: John W. Peterson
Týtt: Líggjas á Váli

1. Á ein kross teir negldu Jesus,
áh, hvør stór var líðing hans!
Særd og blóðig var hans panna,
bar hin hvassa tornakrans.

Niðurlag: Tað var krossi á
har á Golgata,
Jesus doyði fyri meg.
Skuldin goldin varð
har hjá tær og mær,
Jesus tók tað alt á seg.

2. Millum brotsmenn har á krossi
– hóast Sonur Guds er hann –
varð hann taldur millum teirra,
– har tók syndarinnar bann.

3. Slíkur kærleiki ei metast
kann við nakað foldum á.
Tá vit hann í Himli síggja,
skal hann allan lovsong fá.

FavoriteLoadingGoym tekstin