Á ferð og á einsligum vegi

Orð: John Willard Peterson
Lag: John Willard Peterson og Alfred B. Smith
Týtt: Dagny Tróndheim (ørindini) og Øssur Berghamar (niðurlagið)
Upprunaheiti: Surely goodness and mercy

1. Á ferð og á einsligum vegi
í kulda og myrkri gekk eg,
tá Jesus, mín Frelsari, fann meg,
í hond tók og leiðir sín veg.

Niðurlag: :,: Bert góðska og náði skal fylgja mær
allar dagar, eg fold eri á. :,:
Og eg skal búgva um ævir í húsi Harrans,
og eg skal sita við borðið honum hjá.
Bert góðska og náði skal fylgja mær
allar dagar, eg fold eri á.

2. Mær hvílu til sálina troyttu
hann gevur og varðveitir meg.
Hann leiðir til vøtnini stillu,
mær fylgir hvørt stig henda veg.

3. Ber leið mín um deyðskuggadalin,
við lið mína Frelsarin er,
og tryggur í hond hans eg eri,
mær bústað til reiðar hann ger.

FavoriteLoadingGoym tekstin