Á ferð vit eru mót ljóssins strond

Orð og lag: Ókendur
Týtt: Hanus Hansen

Á ferð vit eru mót ljóssins strond,
har stormur ei ýlir sum her,
og Frelsarin rættir okkum hond,
og aldri vit skiljast sum her.

Eg søki ei stuttleika foldum á,
men heiminum sigi farvæl.
Mær leingist mín hvíta búna fá,
tá inn gjøgnum portrið eg skal.

Mær leingist mín Frelsara síggja har,
á foldum hann einaferð gekk.
Ígjøgnum tað orð, hann okkum bar,
eg frelsu og gleði fekk.

Sig, vilt tú við mær heim á ljóssins strond,
vel Jesus sum Frelsara tín,
og rætt honum tína veiku hond,
hann leiðir teg trygt heim til sín

FavoriteLoadingGoym tekstin