Á fjøllunum so fagrir eru føtur hans, ið gleðiboðskap ber

Orð og lag: Leonard E. Smith
Týtt: Zacharias Zachariassen og Flóvin Tyril
Upprunaheiti: Our God reigns
Viðmerking: Yrktur út frá Esaias kapittul 52 og 53.

1. Á fjøllunum so fagrir eru føtur hans,
ið gleðiboðskap ber,
sum boðar frið og frelsu, og sum kunnigt ger:
“Sonur Guds kongur er!”

Niðurlag: Krýn Hann kong!
Krýn Hann kong!
Krýn Hann kong,
konga Kong!

2. Sum planta veik Hann fyri ásjón Hans rann upp,
og fagur var Hann ei,
vanvirdur – vesælur sum einki menniskja,
lýðin gekk deyðans leið.

3. Men fyri várt brot Hann sligin, særdur varð,
vár straff varð løgd á Hann.
Vit fingu frið – við sárum Hans vit vórðu grødd,
okkum Hann rættferð vann.

4. So mildur sum eitt lamb, ið dripið verða skal,
Hann unn Sín upp læt ei,
á krossinum Hann tømdi Sína sál, men vann,
– upp úr grøv aftur steig.

FavoriteLoadingGoym tekstin