Orð: Mikkjal á Ryggi
Lag: Vísulag (Vind op, vind op i rå)
1. Halt út, halt út á hav!
Í nátt er heiðursveður,
og rákið norðanav
so spakt um mánan dregur.
Bátin út og skjótt av stað,
vit vænta fong í dag.
2. Hann glíður væl um gátt,
í vørrini er ísur,
tó bilar ei í nátt;
tí hálvur mánin lýsir.
Fír á flot og skjótt av stað,
vit vænta fong í dag.
3. Øll línan egnd við sild.
Nú streymurin er bestur,
vit seta eftir vild,
har fiskurin var mestur.
Árar út og skjótt av stað,
vit vænta fong í dag.
4. Á Heðinsmið og Hít
og Heinafellisgrunni
hann tættur stóð við lít,
ja, líka út at Drunni.
Seglið upp og skjótt av stað,
vit vænta fong í dag.
5. Av tindum og á sker
nú glutrar bjartur kavi,
frá hesi føgru verð
vit stunda út á havið.
Kraft í hvørjum áraslag,
vit vænta fong í dag.
6. Tað blaktrar undir rá,
set skeytið longur aftur,
so liggur betur frá. –
Nú loypur hann so lættur,
sum eitt fok hann fer av stað
at veiða fong í dag.

