Á fold meg byrðar tyngja

Orð og lag: Doyle Lawson
Týtt: Árni Jacobsen
Viðmerking: Yrktur 10. november 2017.

Á fold meg byrðar tyngja,
og mín leið her tykist long,
so mangan hjálpin tykist mær so fjar.
Men ein ljósur dagur kemur,
tá eg nái himmalstrond,
aldri meira tá óttast nýtist mær.

Ei nýtist mær óttast,
tá eg landið nái har.
Jesus stendur tá við portrið,
og mín sál har hvíldu fær.
Dýrt verður hann at skoða,
og at vera honum hjá.
Aldri meira tá óttast nýtist mær.

Ein dag, tá lív er lokið,
tá eg havi sagt farvæl,
og frelsarin skal taka móti mær.
Hann skal bjóða mær vælkomnan
í sítt nýggja dýrdarheim,
aldri meira tá óttast nýtist mær.

FavoriteLoadingGoym tekstin