Á fríðum fjalli Jesus stendur

Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Yrktur 30.-31. oktober 2007.

Á fríðum fjalli Jesus stendur,
har dýrdin birtist himni frá.
Men tá hann oman aftur vendir,
er sjúka bert og neyð at sjá.
Ein táradalur heimur er,
har hvør fær sítt, ið hvussu fer.

Úr fjøldini ein faðir kemur,
tí sonur hans so sjúkur var.
Hann grætur og seg illa gremur,
tí hjálp hann ei frá nøkrum fær.
“Miskunna oss, eg biði teg,
um tú ert mentur, hoyr so meg!”

“Um tú ert mentur!” Jesus segði,
“alt gjørligt er hjá tí, ið trýr!”
Helst hesin faðir hugsað hevði,
at megin øll í honum býr.
Men Jesu svar var mikið vert:
Her ræður um at trúgva bert!

“Eg trúgvi; hjálp tú vantrúgv míni!”
so grátandi tá pápin bað.
Hvør kennir ei í angist síni
tað sama rópið sorgardag,
tá stríðið millum vantrúgv trúgv,
sum djúpt í okkum hevur búgv.

Tó veiku trúgv ei Jesus vrakar,
og sonurin fekk heilsubót.
Tá sorg og sjúka okkum rakar
og nívir instu hjartarót;
rætt, Jesus, oss tá hjálparhond
og styrk tá vára trúarbond.

Tøkk at tú vilt hjá okkum vera,
tá sút og sorgir herja her.
Hjá teim, ið tungar byrðar bera,
tú teirra sálarlækni ver.
Leið oss, o Krist, tá nátt er av,
til landið handan lívsins hav.

FavoriteLoadingGoym tekstin