Á gamlar gøtur

Orð: Martin Joensen
Lag: Niels Olsen

1. Á gamlar gøtur leiti eg
til farin ár so kám
tá tíðin var til leik í líð
har ælabogan spentu vit
í skærum ljósi læðu vit
tann láturin nú læstur er.

2. Eg síggi aftur vinirnar
ið skunda út í tún
við køkubitanum í hond
nú ekkóar ímillum hús
eitt farið sorgleyst barnasús
skuggaljóð úr morgunverð.

3. Her úti er nú stilt
bert lotið strýkur milt
um silvurlitta vanga mín
í sól og kava lýstu vit
og sóu lívið skifta lit
nú ælabogin slitin er.

4. Tey ótolnast í bilinum
hey pápi kom nú heim
og burtur fjarar tað ið var
hvar eru tit ið spældu her
varð baldrut tykkar siglingsferð
um gamlar gøtur skýming legst.

FavoriteLoadingGoym tekstin