Á Golgata eg dvølji við krossins harða træ

Týtt: Petur William Háberg

1. Á Golgata eg dvølji við krossins harða træ,
tí ongastaðni veit eg mær so vælsignað læ,
og einki stað á fold er so dýrt sum Golgata,
í trúnni har eg syngja kann frítt „halleluja!“

2. Og hongdur upp á krossin hin tornakrýndi er,
hans líðing, sorg og pína meg djúpt í hjartað sker.
Men kærleiki hans bindur hann fast til krossins træ –
tí elski eg tað staðið, mítt skýli dag um dag.

3. Tá fyrstu ferð eg sá tað – áh, undurfulla stund –
tað var sum snarljós rakti meg djúpt í hjartans grund,
og undir tárastreymum til Harran rópti eg:
„Hav tøkk, áh, Harri Jesus, tú doyði fyri meg!“

4. Og hann, sum altíð hoyrir, hann hoyrdi róp mítt við,
hann kom til mín í náði, hann gav mær hvíld og frið.
Mín synd varð strikað út – so er Kristi hjartalag,
og tí er Golgata nú míns hjartans besta stað!

5. Eg leiti inn til krossin í freistinganna tíð,
eg leiti inn til krossin, tá trongd er á og stríð,
eg haldi meg til krossin og fái hjálp í neyð,
eg haldi meg til krossin, mítt alt í lív og deyð!

FavoriteLoadingGoym tekstin