Á Golgata, har doyði hann

Orð: William McKendree Darwood
Lag: John R. Sweney, Oskar Lindberg
Týtt: Victor Danielsen

1. Á Golgata, har doyði hann,
har var tað, dýra blóð hans rann;
har leið tú, Harri, fyri meg,
tí lív og frið nú eigi eg!

Niðurlag: Áh, myrka, myrka Golgata!
Har doyði Jesus deyða mín;
áh, signað, signað Golgata!
Har vann hann lív og frið til mín.

2. Bjørg skelva, sólin fjalir seg,
nú Jesus stríðir fyri meg;
og meðan myrkrið fjaldi hann,
hann stríddi út og stríðið vann.

3. Áh, Harri, ikki fati eg,
at so tú kundi elska meg
og bera hesa byrðina
hin myrka dag á Golgata!

FavoriteLoadingGoym tekstin