Á Golgata heyggi ein myrkan dag

Orð og lag: Eugene M. Bartlett
Týtt: Árni Jacobsen

1. Á Golgata heyggi ein myrkan dag
teir krossfestu harra mín.
Hann roknaður varð millum ránsmenn tá,
tó, hetta var frelsa tín.

Niðurlag: Á hin mittasta krossin negldu teir hann
doyggjandi har fyri teg.
Tó skuldarfríur hann tigandi var,
tí at hann vildi ofra seg.

2. Í myrkrinum hoyrdist ein rødd so hvøll
frá Harranum trænum á:
„Faðir mín, rokna ei hesa synd,
so at teir ikki dóm skulu fá!“

3. Hann eina tann dagin í stríðnum stóð,
á fíggindum sigur vann,
so hvør tann, av syndini bundin er,
verður loystur við trúgv á hann.