Á Golgata mín Frelsari hin gamla ormin vann

Orð: Jóhannes Jakobsen
Lag: Óli Nicodemussen

1. Á Golgata mín Frelsari hin gamla ormin vann,
Har Satans høvur sorað varð, og Jesus rópa kann:
»Tað er fullgjørt!« – á, sigursróp, ið risti henda heim –
í trúgv á Kristi frelsuverk ein mannasál gerst rein.

2. Eg takki Tær, mín Frelsari, Tú doyði deyða mín,
men upp Tú páskamorgun stóð, ja, sigurin var Tín.
Í rættvísi meg endurføddi, eri barn Títt nú
av náði – kæri Frelsari, mín Harri, Gud ert Tú.

3. Tey fótafet, eg stígi nú, Hans eyga hvørt eitt sær,
og um mín fótur glíður nú, Hans hond hon loftar mær.
Ja, um Hann loyvdi, at eg kom mót eggini so nær,
Hans hond hon helt mær fastari, enn tá ið slættlent var.

4. Tað finst ei nakað her á jørð, ið síðustillast kann
við tað at hoyra Gudi til og líta seg á Hann.
Hans náðihendur, kærleikseygu fylgja míni ferð
og geva mær til hvønn ein dag júst tað, mær tørvar her.

5. Tað besta enn tó eftir er, tað Kristus sigur mær,
tann dag, eg leggi ferðastav og Hann mítt eyga sær.
Í dagar seks Hann skapaði alt tað, ið skapað er,
hvat verður tá tað Himmalheim, Hann hevur enn í gerð!

FavoriteLoadingGoym tekstin