Á gøtunum í Sao Paulo, har liva børn í neyð

Týtt: Hanus M. Hansen

1. Á gøtunum í Sao Paulo, har liva børn í neyð
og teljast fleiri hundrað túsund, sum ikki eiga breyð.
Men alt, sum eg kann gera, so lítlan mun tað ger.
Tað tykist sum ein dropi, í stóra havið fer.

Niðurlag: Trupult er neyð at lætta,
øllum tó býðst eitt høvi
hjálpandi hond at rætta.
Egið sinni legg í støvið,
trupult at hjálpa,
øllum tó býðst eitt høvi.

2. Um samverjan vit kunnu lesa, sum falna mannin fann.
Og Jesus sigur, at vit skulu vera eins og hann.
Hann hjálpti hesum eina, sum staddur var í neyð,
og syrgdi fyri, at hann fekk innivist og breyð.

3. Tað lítla, sum vit kunnu gera, tað gerast má í dag,
menniskju í angist rópa, og tíðin fer avstað.
Um bert eitt glas av vatni ein neyðstaddur her fær,
so sigur Harrin sjálvur: „Tað gjørt er móti Mær“.

FavoriteLoadingGoym tekstin