Á grasríkum eingjum og grønari líð

Orð og lag: George A. Young
Týtt úr enskum: Zacharias Zachariassen
Upprunaheiti: God leads us along

1. Á grasríkum eingjum og grønari líð,
Gud børn síni trygt leiðir fram.
Har, ið løkurin svalir, tá hart kennist stríð,
Gud børn síni trygt leiðir fram.

Niðurlag: Mong gjøgnum streymar,
mong gjøgnum flóð,
mong gjøgnum eldin,
men øll gjøgnum blóð.
Gud gjøgnum sorgir ein gleðisong gav
– í náttartíma og hádagin av.

2. Tá sólin á fjøllini skínur so bjørt,
Gud børn síni trygt leiðir fram,
og hóast í dalinum náttin gerst svørt,
Gud børn síni trygt leiðir fram.

3. Um sorg okkum nívir, og mótburður er,
Gud børn síni trygt leiðir fram.
Við náðini sigra vit fíggindans her,
Gud børn síni trygt leiðir fram.

FavoriteLoadingGoym tekstin