Á Guð aleina

Orð: C.J. Brandt
Týtt: G. Bruun

Á Guð aleina
eg troysti lív og lund,
hans orð hitt reina
er hjálp í hvørji stund,
mítt lív, mín heiður,
mítt sinni, mína sál
og allar leiðir
og hvørja lívsins skál
tú einans eigur,
mín Guð, mítt endamál.

Bert sálardeyða
bar syndarinnar rót,
men blóðið reyða
av Kristi beyð mær bót;
mítt lív um ævi
er Jesu Kristi náð,
tí, Harri, havi
tú mína lyst og trá,
og deyðakavið
skal ongantíð eg sjá.

Mær, Harri, unni
at tæna eina tær
við sál og munni,
sum orð títt loyvir mær;
um verðin rívur
mítt hold sum nota stinn,
um sjúka nívir,
so gev mær tol í sinn!
Inntil tað lívir,
har tú meg leiðir inn.

Har troyst eg finni,
har tregi, sorg og neyð
ei nerva minni,
og deyðans rót er deyð;
eg gloymi glaður
hvønn vanda, sum nú er,
og allar ævir
eg inni takkargerð,
har moldar maður
við einglum lovsong ber.

O, sálarhirði,
mín harri Jesus Krist,
løtt er tín byrði
og ok títt hjálp og lyst;
loys meg úr vanda
og heim til tín meg leið,
har sár ei granda,
og kempan er ei feig;
við tínum anda
til Jorsals vegin greið.

Har má eg vera
hjá tær um alla tíð
og krúnu bera
sum halgifjøldin blíð;
tí vil eg bjóða
tær lív mítt alt í verð,
so tað man ljóða,
tá skilnarstund tað er:
«Far heim, hin góði,
við mær á himnaferð!»

FavoriteLoadingGoym tekstin