Á Gud eg líti, hann mær ei vil sleppa

Orð: Oswald Jeffrey. Smith
Lag: Carl Harold Lowden
Týtt: Árni Jacobsen
Upprunaheiti: In God I trust

1. Á Gud eg líti, hann mær ei vil sleppa,
í farnu tíð á náði hans eg leit.
Um eg enn sveik, var hann tó altíð trúgvur,
at hond hans heldur, eg við vissu veit.

Niðurlag: Á Gud eg líti, Harrin ger meg sterkan,
til eg í dýrd hans andlit skjótt skal sjá.
Hann er í lívi mínum øll mín gleði
og broytist ei – eg tí hann líti á.

2. Á Gud eg líti, náðin er nóg mikið,
míns lívsins tørv hann nøktar dag um dag.
Í hjarta mínum ævigt búgv hann eigur,
mítt lív, mín styrki og mítt hvíldarstað.

3. Á Gud eg líti – lív mítt brátt er farið,
men lív í honum aldri enda fer.
Hann, sum er leiðin, sannleikin og lívið,
tók búgv í mær – mítt lív nú ævigt er.

FavoriteLoadingGoym tekstin