Á Guds Lamb mítt eyga hyggur

Orð: Ókendur
Lag: Ira David Sankey
Týtt úr norskum: Victor Danielsen
Upprunaheiti: På Guds lam mit øye hviler

1. Á Guds Lamb mítt eyga hyggur,
lov og prís frá mær hann fær,
allar, allar syndir mínar
sum eitt sakleyst Lamb hann bar;
frið í samvitsku og hjarta
fekk við trúgv eg á hans blóð,
meg frá øllum syndum mínum
reinsaði hin kelda góð.

2. Hann er Guds, várs Faðirs, gleði,
friður mín er hann, bert hann;
áh, hvør sæl er henda hvíla!
Hon er meir, enn sigast kann.
Og við fullum hjartafriði
gjøgnum stríð og royndir her
gangi eg nú mót tí ríki,
har mær stað til reiðar er.

3. Uppi har mítt eyga skoðar
hann, sum her meg elskaði,
hann, sum sorg og pínur mínar
bar í eymum kærleiki;
har hin loysti skarin syngur
um, hvør stór hans náði var,
ævigt ljóðar gleðisongur
í tí fagra Zion har.

FavoriteLoadingGoym tekstin