Á halgan botn eitt hús er

Orð: Johannes von Euch
Týtt: Mikkjal á Ryggi

Á halgan botn eitt hús er sett,
tess grundarstein á sannleiks klett
vár Jesus sjálvur hevur lagt,
og sigra skal tað Sátans makt.

Av kærleika, av vón og trúgv
og friði Guðs er fult tað búgv,
og sannleiksljósið innan gátt
til bjartan dag ger dimmu nátt.

Her hoyra vit Guðs dýra orð,
her síggja vit tey fótaspor,
sum leiða heim til lívsins lond
til faðir, son og halgu ond.

Sum vársól bræðir vetrarfonn,
so máar burtur tíðartonn,
til undirgangs øll verð er merkt,
men Harrans hús skal standa sterkt.

Títt hav og stormar risu hátt,
men fáfongt royndu tey sín mátt,
ið hvørt so brim og bára sló,
Guðs borgargarður fastur stóð.

Og fáfongt royndi heljar lið
við eldi, svørði, fals’ og snið’,
tí hvørja atsókn mótstóð tað
og standa skal til dómadag.

FavoriteLoadingGoym tekstin