Á Harra mín eg vónaði

Orð: Edward John Hopkins
Lag: Robert Simpson
Týtt: Victor Danielsen

1. Á Harra mín eg vónaði
og tolin leit á hann,
tá boygdi hann seg, og mítt róp
hjá honum inngang fann.

2. Úr djúpinum hann upp meg dró,
úr díki botnleysum,
og føst hann gjørdi míni fet
á kletti ævigum.

3. Ein song hann mær í munnin gav,
og mong ein sál tað sá,
hin nýggi songur dró tey nær
at líta Harran á.

4. Áh, sælur er tann maður, sum
á Harran lítur seg,
ei fylgist við hugmóðigum,
ei velur lygiveg!

5. Áh, lat tey fegnast, gleðast øll
og gera navn títt høgt,
sum tína frelsu elskaðu
og Harran hava søkt!

FavoriteLoadingGoym tekstin