Á Harrans reina akur

Orð: Mikkjal á Ryggi

Á Harrans reina akur
var hugnaligt at sjá,
hann nældi væl og vakur;
men alt sum út leið frá,
kom víða hvar til sjóndar
illgrasið frá tí ónda;
tað royndi vald at fá.

Tað breiðir út seg víða
við síni kvæmu rót,
tí hugnar best at stríða
og traðka undir fót.
Guðs góðsku vil tað fjala;
har gott orð verður talað,
tað mælir ilt ímót.

Tó kristna kirkjan stendur
enn treyst á halgu grund
og náðiboð út sendir
og savnar fólk á fund,
til Harrans lið tey dregur
í hópatal og gevur
teim troyst í sorgarstund.

Hjálp, Harri, at tín velta
ber búgvin øks og strá;
hitt lok, sum treiskt vil elta,
lat onga framgongd fá;
um høgt tað reisir høvur,
gev, grøði tín tað køvir,
so brátt tað følna má.

Lat frælsisboðið blíða
umbroyta ilt til gott,
lat takkarsong upp stíga
frá Harrans fólki hátt,
lat akur tín væl búna,
lat lokið burtur fúna
og missa allan mátt.

FavoriteLoadingGoym tekstin