Á, havi eg spilt burt mín fyrsta kærleika

Orð og lag: Ókendur
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Á, havi eg spilt burt mín fyrsta kærleika,
er Golgata ei meir mær kært;
og síggi ei, Jesus, Títt offur, eymleika,
gloymt straffina, Tú har barst?

Niðurlag: Mær tørvar eitt møti við Golgata,
eitt møti við krossin og Tíni sár;
so birtast kann aftur við Golgata
frelsugleðin, sum var mín í gjár.

2. Er gleðin í Guði, sum áður var mítt alt,
av eygnanna lyst førd avstað?
Er friðurin burtur og hjartað stongt og kalt,
á, møt mær so, Guð, í dag.

3. Lat blóðið av nýggjum meg reinsa fult og heilt,
í bøn mína birt aftur lív;
við krossin Tú grøðir tað sum er hálvt og deilt;
Tær gevi eg alt mítt lív.

FavoriteLoadingGoym tekstin