Á hesa grund eg byggi

Lag: Felix Mendelssohn-Bartholdy, Hans Leo Hassler
Týtt: Victor Danielsen

1. Á hesa grund eg byggi:
Á Kristus og hans deyð,
í skugga krossins liggi;
har er mín vernd í neyð.
Har lív og sælu fann hon,
mín virðileysa sál,
har hvíla ævigt kann hon
og náa trygt á mál.

2. Ei kann meg myrkrið saka,
tá Jesus ljós er mær;
hvør kann úr hond hans taka
tann vin, hann goymdi har!
Ei hungur, svørð og eldur,
alt deyðans ónda verk,
kann oyða, tá hon heldur,
hin guddómshondin sterk.

3. Ei Satans vald kann gera,
at náðin missir makt,
ei tað, sum nevnt kann verða,
fær brotið hesa pakt;
nei tann, sum út úr vanda
fann inn í hesa havn,
skal ævigt tryggur standa
í trúgv á Jesu navn!

FavoriteLoadingGoym tekstin