Á hesum halga Harrans stað

Orð: Jákup Dahl

Á hesum halga Harrans stað
skal hjartað finna friðarlag.
Har úti herjar hat og stríð,
men góð er lívd her alla tíð.

Á henda halga Harrans stað
úr heimsins eymd vit bera glað
tey smáu børn, at skírnarnáð
og ævigt lív teim veitast má.

Á henda halga Harrans stað
hin ungi koma skal ein dag,
so Guð hann vígir til tað stríð,
hann her á fold skal standa í.

Her vígast skal hvørt heilagt band
til frama fyri fólk og land;
her reitt skal verða Harrans borð,
og boðað verða lívsins orð.

Tað orð, sum grøðir øll vár mein,
tað orð, sum vermir kaldan stein,
tað orð, sum kveikir kraft og móð
og birtir lív í deyða tjóð.

So kom tá higar, kristin sál,
og hevja hátt títt lovsangsmál,
kom trygg og tolgóð, gleðifús,
ei finst á foldum betri hús.

So veri húsið halgað tær,
algóði Guð, so sálin fær
at eiga Jesu sæla frið,
sum lív og aldur varir við.

FavoriteLoadingGoym tekstin