Á himli bleiktrar

Orð: Árni Andreasen

Á himli bleiktrar stjørnuhav í kvøld,
ein frelsari er føddur, eingil kvæð.
Stór gleðiboð til falnu mannafjøld,
ein frelsari oss givin er í dag…

Á hesi vøkru stillu jólanátt,
frelsan kom, hon gjørdi okkum gott.
Eg takki og tær prísi harri kær,
for frelsaran, sum Gud tú sendi mær.

“Tí kann í dag eg syngja, um halgu jólatíð-
Og kirkjuklokkur ringja, um land í bygd og bý-
Ein frelsari er føddur, halleluja o Gud-
Náðin kom til jarðar, vit prísa tær o Gud “…

Í barnaeygum speglast gleði nú,
hvørt smábarn nú so fegið, eg og tú.
Jólatíðin gleði øllum ber,
kring um heimin og hjá okkum her.

FavoriteLoadingGoym tekstin