Á, hin dagur er nær

Orð og lag: Jim Hill
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Á, hin dagur er nær,
tá øll pína verður fjar,
eingir myrkir skuggar meir,
eingi tár har renna fleir.
Alt av friði anda fer
í tí Landi Harrin er,
á, hvør dagur, hvør sæl ein stund.

Niðurlag: Á, hvør dagur verður tað,
tá mín sál sær Jesus glað;
fyri Honum boyggi knæ,
Hann, sum doyði í mín stað.
tá Hann tekur meg í hond
og leiðir meg til Lívsins Lond,
á, hvør dagur, hvør sæl ein stund.

2. Sorg og kvøl endað er,
eingin meira byrðar ber;
eingin sjúka og neyð,
eingin skilnaður og deyð’.
Vit í ævir síggja Hann,
sum okkum lív og frelsu vann;
á, hvør dagur, hvør sæl ein stund.

3. Hjá Tær Heilagi Guð,
Lambsins Brúður fríað út,
fyri Tær nígur fró,
tvigin rein í Lambsins blóð’,
tí í gloymskunnar hav
hennar synd varð søkt í kav.
Er tín synd, vinur, har strikað út?

FavoriteLoadingGoym tekstin