Á høgum fjalli Jesus stendur

Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Yrktur 3. oktober 2008.

Á høgum fjalli Jesus stendur
umbroyttur, so hans andlit skein,
sær móti lærusveinum vendur,
– hans klæði hvít sum mjøll so rein.
Tá Móses og Elia tvá
seg sýndu fyri teimum tá.

Teim Pætur vildi búðir byggja.
Men tá hann tað á munni bar,
eitt skýggj so bjart tá mundi skyggja,
og haðan hoyrdist rødd so skær,
at hann teir máttu lýða á,
Guds egna son, hin elskaða.

Av hesi sjón teir ræddir vórðu,
og eftir rommum fullu tá.
Tó aftur teir á føtur fóru,
tí Jesus stóð har teimum hjá.
Og sum teir hugdu upp har frá,
var Jesus eina har at sjá.

Tey boð oss Skriftin greitt vil bera,
at Jesus eina frelsa kann,
og at ei annað navn kann vera,
sum okkum frelsir uttan hann.
Hann klæddi seg úr Faðirs mynd
og bar sum Guds Lamb heimsins synd.

Tí kann bert Jesus okkum verja
og veita ugga, vón og treyst,
tá lívsins ódnir á oss herja,
hans friðskjól tá oss fjalir best.
Vár bøn tí er, tá heimur ferst,
at síggja teg, o Jesus, bert!

FavoriteLoadingGoym tekstin