Á, hvat ið mær leingist til Heimlandið kæra

Orð og lag: Heini Hansen

1. Á, hvat ið mær leingist til Heimlandið kæra,
á, hvat mær leingist at skoða Teg, Guð.
Har allar ævir at bera Tær lovsong,
tí eisini mær fall hin frelsan í lut.

2. Ofta her niðri mítt hjarta tað grætur,
her er so myrkt og so ónt og so kalt.
Heimurin lokkar við glitur og gleimi,
men um eitt bil, ja, so burtur er alt.

3. Alt her skal brenna í eldi í ævir,
tað her í heiminum bygt verður á.
Bert gullið hitt reina, ið roynt er í eldi,
Brúðurin reina, skal Heimlandið ná.

4. Á, hvat eg takki Tær, Jesus, mín kæri,
at Tú komst niður og leið fyri meg.
Á, hvat mær leingist tær hendur at skoða,
tær, sum við blóðinum reinsaðu meg.

5. Særdur for synd mína, misbrot og pínu,
Jesus til krossin alt bar fyri meg.
Skuldarbræv kvittað, hvør undurfull náði,
og mær til Heimlandið opnaði veg.

6. Jesus, mær leingist tað Heimland at náa,
har eg í ævir skal búgva hjá Tær;
har eingin neyð er, ei sorg ella ótti,
fagrasti songur har brúsa skal tá.

7. Brúðurin leingist sín Brúðgóm at fevna,
reinsað í blóðinum, hvít er sum lín.
Brátt ljóðar lúður, í skýnum Hann kemur,
Brúð’rina tekur úr heimi til Sín.

8. Eyga ei sæð ella hoyrt hevur oyra,
hugsa ei kann nakað manshjarta út
tað, sum mín Guð hevur gjørt mær til reiðar,
einans Guðs Andi kann greina tað út.

9. Heima í Himli alt undurfult verður,
songurin brúsar við miklari kraft;
Jesus at skoða, til fulnar alt kenna,
takk, kæri Jesus, Títt Orð tað er satt.

FavoriteLoadingGoym tekstin