Á, hvat Orð av Guði givið

Orð og lag: André Widén
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Á, hvat Orð av Guði givið:
Tú, vár Harri kemur skjótt.
Ja, Tú kemur, eingin ivi,
maran ata, amen.

Niðurlag: Maran ata. Maran ata.
Jesus kemur aftur skjótt;
Sína Brúður Hann skal heinta
heim í Himmalin so brátt.

2. Um nú einhvør ikki hevur
Jesu Anda í sær her
og sítt pund her niður grevur,
Hansar leið mót glatan ber.

3. Maran ata-rópið ljóðar:
Harrin Jesus sæst í ský.
Falnu verð enn frelsu bjóðar,
kom til Jesus, enn er tíð.

4. Vit hjá Honum vilja vera
uttanfyri Tilhaldið.
Vanæru og spott Hans bera,
maran ata. Amen.

FavoriteLoadingGoym tekstin