Á, hvør signað tað er, tonk, at Jesus er her

Orð og lag: Aage Samuelsen
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Á, hvør signað tað er, tonk, at Jesus er her,
er í Andanum undurfult nær.
Tú í trúgv til Hann far, tá Hans kraft tú her sær,
nú Hann vitjar Sítt Fólk, sum Hann bar.

Niðurlag: Hann er nær, Hann er undurfult nær,
er í Orði og Anda hjá tær.
Rætt nú trúarhond fram og nem við tað Guðs Lamb
og tú skalt kenna, at Jesus er nær.

2. Á Genesarets vatn Pætur stíga fekk út,
eftir Jesusar Orði hann gekk.
Tá hann bylgjurnar sá, Hansar’ trúgv bilar tá
og hann sakk, men Guðs hond í hann fekk.

3. Á, hvør sorg, á, hvør neyð, Jairus’ dóttur var deyð,
onkur segði: Øll vón úti er.
Men til Jesus hann fer, og eitt undur Hann ger,
lívið sigrar har Frelsarin er.

4. Gev títt hjarta til Hann, sum frá synd reinsa kann,
trúgv á Jesus, Hann frelsu tær ber.
Hann, sum fyrr hevur sagt: Mær er givin øll makt
við Guðs loysandi kraft er Hann her.

FavoriteLoadingGoym tekstin