Á, hvør undurfult at ferðast

Orð og lag: J. Blomkvist
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Á, hvør undurfult at ferðast
framá til várt sæla heim;
skjótt at enda komin ferðin,
og vit heysta gleði gleim.

Niðurlag: Á, sum sangurin skal brúsa
hvøllur eins og mikil byljguflóð;
heiðurin fær Guð og Lambið,
sum oss vann við sínum blóð.

2. Her við áirnar í Bábel
tagnar ofta sangur vár,
í Jerusalem tí nýggja
har skal eingin fella tár.

3. Einki myrkur har skal vera,
eingi tár og eingin neyð;
eingin synd og eingin plága,
eingin Djevul, eingin deyð’.

4. Her í heimsins skuggadølum
skiljast ofta vinir brátt,
men í Dýrdarinnar landi
gleðisfyltir hittast skjótt.

5. Á, lat okkum treystfult ganga
heimá til várs Faðirs heim;
at, tá skeiðið her er runnið,
bíða kann okkum Himmalsins gleim.

FavoriteLoadingGoym tekstin