Á Jesus, Lambið Guds, eg sá

Orð: Daniel Webster Whittle
Lag: James McGranahan
Týtt: Victor Danielsen

1. Á Jesus, Lambið Guds, eg sá,
tí mína synd eg kendi;
fortaptur, dømdur var eg tá,
hann sorg í gleði vendi.

Niðurlag: Eg sá á hann,
eg trúði, og eg livi;
hann sá á meg,
og ævigt eitt vit blivu.

2. Eg sá hann líða krossins deyð,
sá spott hans hjarta bróta;
ja, fyri meg blóðkeldan reyð
av honum mátti flóta.

3. Eg sá hann upp við sigur steig,
breyt grøv og deyðans veldi;
á hann eg líti, óttist ei,
hann heimsins fúrsta feldi.

4. Í honum frið nú finni eg,
mítt álit eina er hann;
og hótta neyð og vandi meg,
mær hjálp og ugga ber hann.

FavoriteLoadingGoym tekstin