Á, Jesus, opna Tú mítt eyga

Orð: Lina Sandell
Týtt: Hákun Djurhuus

1. Á, Jesus, opna Tú mítt eyga,
at eg kann síggja ríkdóm mín.
Tú ert mítt alt í lívi, deyða.
Eg eigi Teg og kærleik Tín.

2. Eg eigi talsmann við Guds síðu,
sum altíð varðar, verjir meg.
Eg eigi náðiflóð ta víðu,
sum himmalhválvið strekkir seg.

3. Eg eigi Frelsara, sum leiðir
ígjøgnum synd og freisting her.
Hann hvørja kreppu, spurning greiðir.
Hann troyst og gleði til mín ber.

4. Eg eigi ríki, himmalskt ríki,
tá lívið er at enda her,
ein bústað, sum ei finst hans líki,
sum Jesus mær til reiðar ger.

5. Um heimsins børn mær spurning bera,
nær Jesus aftur koma skal,
so eigi eg ei syrgin vera.
Guds lyfti halda fult og væl.

6. Ein dag eg dugi betur syngja
hin nýggja song, Tú lærdi meg,
tá “Lambið verdigt er” skal klinga,
og eg tilbiði, æri Teg.

FavoriteLoadingGoym tekstin