Á Jesus, tak mítt sinni

Orð: Thomas Kingo
Týtt: Victor Danielsen

Á Jesus, tak mítt sinni,
og tak Tú hjarta mítt,
so úti eg og inni
kann vera tempul Títt!
Tú heila mínum vendi
av heimsins klóka veg!
Um eina Teg eg kendi,
tá vísdóm átti eg.

FavoriteLoadingGoym tekstin