Á jólum koma nissurnar

Orð: Árni Andreasen

Á jólum koma nissurnar,
tað hevur mamma lova.
Tær koma heim til tín og mín,
ímeðan vit øll sova…

Tær leggja undir træið tá,
gávurnar til stór og smá.
Jólapakkar nógvar,
Dukkur, bomm og skógvar.

Á jólum koma nissurnar,
tær rópa, og tær flenna.
Tær koma heim til tín og mín,
øll Føroya børn tær kenna…

Á jólum koma nissurnar,
tað segði Anna gumma.
Tær hava við sær góðgæti,
at koyra í mín lumma…

Á jólum koma nissurnar,
við síðum gráum skeggi.
Tær síggja út sum handan har,
ið hongur har á veggi…

FavoriteLoadingGoym tekstin