Á, kom Guðs frelsta lið

Orð og lag: I. Watts
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Á, kom Guðs frelsta lið,
syng um Guðs frelsu, frið;
:,:lat sangin tulka hjarta títt,:,:
ja, syng á barna vís
tín Faðirs lov og prís.

Niðurlag: Vit fara til Zion, signaða, himmalska Zion;
vit eru á veg til Zion, hin signaða, himmalska Stað.

2. Tú beiska verð farvæl,
tú hevur mist tín træl,
:,:eg ferðist mót tí Ljósu Strond,:,:
við Harrans sterku hond,
heim til Immanuels lond.

3. Ein sælan morgun brátt,
eg Lívsins Land havi nátt,
:,:sí perluportrið opið er:,:
til Guðs Jerusalem,
várt ljósa sæla heim.

FavoriteLoadingGoym tekstin