Á krossi Jesus deyðan leið

Orð: William G. Sloan
Lag: Asa Hull
Týtt: Victor Danielsen

1. Á krossi Jesus deyðan leið,
sum offur gav hann seg;
tí synd og skuld og deyði kann
ei ævigt fella meg.

Niðurlag: Eg gloymi ei, eg gloymi ei,
meg Jesus elskaði
og gav sítt blóð á krossinum
til frelsu fyri meg.

2. Tað gleðir meg, hann eyðmjúkt tók
alt háð í mín stað har
og einsligur á krossinum
í myrkrið søktur varð.

3. Tað gleðir meg, hann doyr ei meir;
hann leið bert eina ferð,
og nú í høgu dýrdini
hann heiðurskrúnu ber.

4. Tað gleðir meg í veikleika
og stríði, sorg og neyð,
at lyftini hann halda vil
og aldri svíkja tey.

5. Tað gleðir meg, hann koma skal
og taka meg til sín,
til heimið, hann mær lovaði,
til Faðir sín og mín.

6. Í hesum myrka heimi vil
eg royna liva so,
at alt mítt lív um kærleik hans
skal bera øðrum boð.

7. Og skjótt í dýrd hans uppi har
eg honum líkur skal
í hvítum búna syngja hátt
um hann, meg leiddi væl.

FavoriteLoadingGoym tekstin