Á krossins grumma træ á Golgata

Orð og lag: Lester Flatt og Earl Scruggs
Týtt: Flóvin Tyril

1. Á krossins grumma træ á Golgata
mín Harri doyði fyri meg;
hann leið og rópti: „Alt er fullgjørt nú!“
og fríur, fríur gjørdist eg.

Niðurlag: Hann bankar blítt á tínar hjartadyr
og bønar um at sleppa inn,
við eymum hjarta tolin bíðar hann
at tváa tína synd, títt sinn.

2. Teir tornakrýndu høvur Frelsarans,
av enninum rann strítt hans blóð.
Mín synd, mín skomm, mín dómur rámtu hann,
tá vreiðikoyril Guds hann sló.

3. Ein dag at heinta síni kemur hann,
at flyta tey heim í sín stað.
Hann lívsins krúnu geva okkum skal –
ein ævig signing verður tað.