Á kvøldartíð ein vinur stillur stendur

Orð: Abraham Grimstvedt
Lag: Ira David Sankey
Týtt: Jákup Olsen
Upprunaheiti: I aftenstundens stille, tause stunder

1. Á kvøldartíð ein vinur stillur stendur
og bankar á tíns hjarta stongdu dyr;
hann stendur enn, hann ei sær frá tær vendir,
hann bankar enn í dag sum ofta fyrr.

2. Hvør er hann, sum ei nakað stríð man skýggja,
sum bankar enn og ikki frá tær fer,
og helst á løtum, tá tú greitt manst síggja,
at alt so tómt og gleðileyst er her?

3. Hvør er tað? Áh, tað signað er at siga:
Tað Jesus er, sum førdi tína sak!
Hann niður til várt myrkur vildi stíga
at frelsa tað, sum var av synd eitt vrak.

4. Trong var tann leið, sum her hann mátti ganga;
vár synd, vár straff, alt fell á hann í senn,
til hann á krossi deyður mátti hanga;
tó, deyðan vann hann, og hann livir enn.

5. Av kærleika til tín hans hjarta brennur,
hann vil teg frelsa nú, tí bankar hann;
og um ei her tín Frelsara tú kennir,
ei allar ævir sál tín frelsast kann.

6. Lat upp, mín vinur, nú, og lat hann stíga
í hjartað inn og altíð búgva har!
Hann teg frá tínum syndum brátt skal fría
og sannan frið og gleði geva tær.

FavoriteLoadingGoym tekstin